Rendu á parkerað akfør

Løgreglan í Eysturoynni tók sær av fýra ferðsluóhappum um vikuskiftið. Í trimum av førunum var talan um bilar, sum rendu á onnur parkerað akfør.
Fríggjamorgunin hendi tað fyrsta, fríggjadagin seinnapartin rennur ein bilur í bakendan á einum øðrum, sum bremsaði brádliga í hálkuni og seinni aftur hevði ein annar bilur bakkað á eina gravkúgv, sum stóð parkerað.
Sunnumorgunin um hálvgum átta tíðina fór ein bilur út av vegnum millum Fjara. Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð handtikin, blóðroynd varð tikin av honum, og hann verður nú skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka.
? Burtursæð frá smærri ferðsluóhappum, hevur vikuskiftið verið stak friðarligt í Eysturoynni, sigur vakthavandi á løgreglunstøðini í Runavík.