Í gjár klokkan 15.15 fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Sundsvegnum, har tveir bilar høvdu rent frontalt saman.
- Førararnir vóru einsamallir í bilinum, harav annar varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at annar bilurin fekk so mikið stóran skaða, at hann mátti flytast av staðnum.
Í vindinum, sum var í gjár, fekk løgreglan eisini nakrar fráboðanir um, at fólk høvdu mist bilhurðar í aðrar parkeraðar bilar.
- Vit høvdu tvær slíkar hendingar í Havn og eina á Kambsdali, legði vaktleiðarin aftrat i morgun.