Sunnunáttina tók løgreglan ein bilførara í Hoyvík fyri at koyra við kenning. Bilførarin »bað« næstan um at verða tikin, tí at hann misti tamarhaldið á bilinum og rendi á fleiri staðni.
Løgreglan sigur, at hann rendi á oynna mitt á vegnum, har hann tók skeltið við sær, og so helt hann kósina fram upp á gongubreytina, har hann eisini rakti onkran bil, sum stóð parkeraður.
##med2##
Á jóansøku hevur verið stak friðarligt, men seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Vági, har ein bilur rakti eina smágentu, sum fekk skaða í beinið.
Løgreglan kannar nú málið fyri at fáa greiði á, hví óhappið hendi.
Annars siga tey, at tað hevur verið stak friðarligt.
Men leygardagin vórðu útlendingar meldaðir fyri at koyra skjótari enn gott er í bygdum øki, og løgreglan sigur, at bygdarfólkið talaði at .
Løgreglan fekk eisini boðini. Tey fingu ikki fatur á útlendingunum, men tann, sum átti leigibilin fekk eina áminning um at kunna tey, sum leigaðu bilar, betur um ferðslulógina og hámarksferðir.












