Tað var tíðliga 2. hvítusunnumorgun, at Salleq kom á Havnina. Eftir øllum at døma misti skipið stýringina, og við stórari ferð var rent á trolaran Mýling úr Havn, umframt Carinu og Morgunroðan, ið øll lógu við bryggju.
Mýlingur fekk stóran skaða
Bæði Carina og Morgunroðin blivu kroyst inn móti bryggjuni og fingu skaða, men tey fóru tó ikki at leka.
Verri var við Mýlingi, sum fekk eitt stórt hol á skrokkin, og harumframt er onnur síðan kroyst inn. Mýlingur lak illa, og Tórshavnar Sløkkilið fór beinan vegin undir at pumpa sjógv úr skipinum.
Holið á skrokkinum á Mýlingi er slakar tveir metrar høgt, og ein hálvan metur breitt. Neyðugt var hjá Brimli at koma inn og taka yvir frá Sløkkiliðnum
Ætlanin var at taka Mýling upp á beding seinnapartin mánadagin, men tá ið skipið var á veg upp á turt, slitnaði veirurin á bedingsvogninum, og tí sleppur Mýlingur neyvan upp á turt fyrr enn seint týskvøldið ella mikumorgunin, tá ið vognurin er umvældur.
Holið á Mýlingi er frammalaga á skipinum, og tí er vatn ikki komið í lastina. Hetta ger, at skipið flýtur, og sum støðan er nú, tekur skipið ikki meiri sjógv inn.










