Við rundikoyringina í Norðurstreymoy hendi eitt ferðsluóhapp um tíggju tíðina leygarkvøldið.
Ein bilførari, sum var ávirkaður av rúsdrekka, misti tamarhaldið á bili sínum og rendi á ein pela í rundkoyringini. Bilførarin royndi síðani at koyra víðari, men bilurin var so mikið illa farin, at ikki bar til at koyra við honum. Bilførarin sjálvur fekk ongan skaða. Aðrar bilførarar, sum komu framvið, boðaðu løgregluni í Runavík frá óhappinum. Maðurin verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.