Leygarmorgunin fekk løgreglan í Havn boð um eitt ferðsluóhapp, sum var hent á Landsvegnum við Stykkið.
Ein bilur var farin niðan av vegnum, haðani hann varð slongdur upp aftur á vegin, har hann stóð. Bilurin hevði fingið rættiliga stóran materiellan skaða, sigur vakthavandi á støðini í Havn.
Bilførarin, ein ungur maður, var einki fegin um at tosa við løgregluna, so hann slapp sær til rýmingar, eins og tann seinasti gjørdi, sum var fyri ferðsluóhappi við Stykkið fyri kortum.
Hesin førarin hevði ikki »eydnuna« við sær á sama hátt, sum hin fyrri, tí tað eydnaðist løgregluni at finna fram til mannin, sum varð tikin við á støðina, sigur vakthavandi. Bilførarin verður ákærdur fyri at koyra ávirkaður og fyri at stinga av frá ferðsluóhappi. Tað hevur bilførari ikki loyvið til, sambært ferðslulógini.