Rendi á og fór útav

Tveir bilar rendu saman í Skálafirði sunnudagin. Eingin fólkaskaði var, men annar bilurin, sum mól á vegnum og fór niðanav, fekk nokkso stóran skaða

Tað var sera hált um vikuskiftið, nú kavin fall og kuldin legði seg um landi.

Fleiri ferðsluóhapp hava verið um vikuskiftið og hóast talan í nógvum førum er um royndar bilførarar, so hevur hálkan tikið teir á bóli kortini.

Í Skálafirði stoyttu tveir bilar saman.

Annar bilurin var á veg út á vegin, men rendi inn í síðuna á einum øðrum bili, sum kom koyrandi inneftir.

Men ikki nóg mikið við tí. Aftaná samanstoytin mól annar bilurin runt á vegnum og endaðii veitini omanfyri vegin..

Tað var ikki hugsingur um at fáa bilin uppaftur við egnari megi, og tí mátti kranabilur til. Bilurin varð lyftur upp aftur seinni sunnukvøldið.

Løgreglan í Runavík sigur, at talan var um eitt óhapp av tí slagnum, sum altíð henda í hálkuni.

Tvey onnur óhapp hendu eisini í Eysturoynni um vikuskiftið, men tey vóru ikki so ógvuslig sum tað í Skálafirði.

Eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan í Runavík at enda.