Rendi á mann á gongubreyt

Eitt ferðsluóhapp hendi í J. Paturssonargøtu í Havn um 13-tíðina í dag.

Ein 10-11 ára gamal drongur súkklaði uppi á gongubreytini oman móti býnum.

Á somu gongubreyt var ein maður á veg úteftir. Drongurin kom at taka í mannin, misti tamarhaldið og fór á súkkluni út á gøtuna.

Beint tá kom ein bilur, sum drongurin so kom útfyri.

Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann nú verður kannaður. Sambært politinum fekk hann onkran skaða við munnin, men skaðin var ikki álvarsligur, sigur politiið.

Maðurin á gongubreytini fekk ongan skaða.