Havnin hevur í dag havt vitjan av Star Pride, sum kom úr Reykjavík tíðliga seinnapartin og í kvøld fór víðari til Molde í Noregi. Tað er Windstar Cruises, sum eigur Star Pride.
Skipið bleiv bygt í 1988, æt fyrstu árini Seabourn Pride og sigldi fyri Seabourn Cruise Line. Tað var kendi sjónleikarin Shirley Temple Black, sum doypti skipið.
Beint fyri jól í 2015 rendi Star Pride á eitt sker í Stillahavinum nærindis Panama. Ferðafólk og starvsfólk vóru tí strandaði á oynni Coiba uttan fyri strondina í Panama í 15 tímar, áðrenn tey vóru bjargaði. Skipið varð eisini bjargað og sett í sigling aftur 9. juni 2016.
Star Pride er 133,4 metrar til longdar, 20,5 metrar breið og 5,4 metrar djúp. Hon tekur 208 ferðafólk og 164 starvsfólk.
Um onkur skuldi freistast at farið ein túr við Star Pride, so kostar eitt pláss á næstu ferðini, har vitjað verður í átta dagar í Skotlandi, Norðurírlandi og Írlandi, góðar 25.000 krónur.