Klokkan trý korter til fýra í morgun rendi ein 30 fót stórur plastbátur á land úti á Borg á Strondum.
Einsamalli maðurin royndi fyrst sjálvur at fáa bátin leysan, men tað eydnaðist ikki. Sjóbjargingarstøðin sendi Lív avstað, og tá ið klokkan var farin av fimm, fleyt báturin.
Ikki er greitt, hvønn skaða fekk. Hann er tikin upp á land í Runavík.
Politiið veit ikki, hví báturin fór á land. Maðurin var ikki ávirkaður av rúsdrekka.