Rendi á kúgv

Leygardagin mátti ein maður flytast á skaðastovuna, eftir at bilurin, hann var í, rendi á eina kúgv í Leynatunnilinum

Leygarkvøldið klokkan trý korter til níggju rendi ein bilur á eina kúgv í Leynatunnilinum. Av politistøðini í Havn vita tey at siga, at bilurin fekk stóran skaða, eins og eitt av ferðafólkunum mátti flytast við sjúkrabili á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum, tí viðkomandi hevði fingið glas í eyguni. Kúgvin yvirlivdi stoytin, men heilt undan løstum slapp hon tó ikki, og tí varð bíðað til næsta dag, áðrenn avgerð varð tikin, um lívið skuldi takast av kúnni ella ikki. Um kúgvin at enda mátti lata lív ella ikki er tó tað ikki eydnast okkum at fáa at vita.

Sum Sosialurin skilir, var ein av teimum ferðandi leikari hjá aðru mansdeild í fóltbólti hjá FS - Vágum, og fekk hesin ikki spælt ímóti Royn sunnudagin eftir stoytin. Hóast alt eydnaðist tað FS - Vágum at vinna á Royn við fýra málum móti trimum.

Tað er ikki vanligt, at neyt ganga inni í tunlunum, sigur løgreglan, men tó verður ofta boðað frá, at seyður gongur í tunlunum, og er hetta til stóran ampa fyri ferðsluna.