Rendi á hús

Vikuskiftið hevur verið friðarligt kring landið og lítið hevur verið hjá løgregluni at tikið sær av.

Sera friðarligt hevur verið kring landið í vikuskiftinum, men í Havn rendi ein bilur á eini hús.

Leygarmorgunin rendi ein bilur á eini hús í Grím Kambans Gøtu í Havn. Á politistøðini verður sagt, at bilurin var stjolin. Enn er ikki greitt, hvør koyrdi bilin, men eigarin var tað ikki. Viðkomandi førari rýmdi av staðnum og bilurin varð seinni funnin á parkeringsøkinum við handilin hjá Eli.

Annars hevur verið sera friðarligt í vikuskiftinum, verður sagt av politigarðinum í Havn. Lítið og einki er hent og eingin er tikin inn at sova rúsin av sær.

Eisini í Suðuroynni, Klaksvík og í Runavík hevur verið sera friðarligt og einki av týdningi hevur verið hjá løgregluni at tikið sær av