Í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Klaksvík. Hann var so óheppin at rena á nýggju ímyndinina av Klaksvík, nevniliga húkin í rundkoyringini á vegnum beint við undirsjóvartunnilin.
Ringt varð til løgregluna, sum tók bilføraran og nú er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning.
Annars hevur tað verið rættiliga friðarligt í nátt, sigur løgreglan. Tey hava hjálpt onkrum fullum fólkum, og ein bilførari varð tikin fyri at koyra, hóast hann ikki hevði koyrikort.











