Rendi í grótveggin

Sunnumorgunin koyrdi ein bilur frá Klaksvík niðan ímóti bergholinum. Ferðin var alt ov nógv, og tá hann kemur fram ímóti tunnilsmunnanum, uppdagar hann, at nú stendur ikki væl til. Hann bremsar og fær vent bilinum, men bilurin rendi inn í grótveggin við tunnilin. Øll vinstra síða var í knúsi. Førarin sat ikki í trygdarbelti, men av tí, at hann fekk snarað bilinum, slapp hann óskaddur frá óhappinum. Alkohol var ikki við í spælinum, men tað var bara ferðin, ið var ov nógv, verður upplýst frá politistøðini í Klaksvík.
Annars hevur politiið í Klaksvík gjørt lyktakanningar um vikuskiftið. Sagt verður, at tað eru framvegis fleiri, sum koyra við lyktafeilum.
Ein fullur maður varð leygarmorgunin tikin upp av politinum í Klaksvík. Hann var dottin, og varð tí koyrdur á sjukrahúsið. Men politiið í Klaksvík sigur, at tað var onki álvarsamt hent við manninum.