Tíðliga gjáramorgunin fekk løgreglan boð um ein bilførara, sum hevði rent á fleiri bilar í Klaksvík.
Hesin bilførarin, ið var ávirkaður av rúsdrekka, kom koyrandi norðureftir ovara vegi við endan av Kommunubrekku.
Løgreglan í Klaksvík upplýsir, at hann rendi á fleiri bilar, og varð síðani skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Hendingin fór fram beint eftir klokkan 3 sunnumorgunin.