Klokkan gott tvey í dag hendi eitt ferðsluóhapp, tá ein bilur rendi á fýra parkeraðar bilar. Bert smávegis materiellur skaði hendi Eitt ferðsluóhapp hendi klokkan gott tvey seinnapartin millum kirkjugarðin og barnagarðin úti við Velbastaðvegin.
Júst hvat var orsøkin til óhappið er ikki heilt greitt, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn hevi bilførarin av einari ella aðrari orsøk tikið feil av speedara og bremsu og rendi harvið á fýra av parkeraðu bilunum inn móti kirkjugarðinum.
Ein av bilunum fekk forpartíið skrætt av og ein annar fekk førarahurðina kroysta. Hinir báðir bilarnir fingu bert smærri snuddir.
Eingin fólkaskaði stóðst tó av, og tað má sigast at vera sera heppið, tí rundan um barnagarðin er jú nógv ferðsla, bæði av foreldrum og børnum. Nøkur foreldur, sum vóru eftir sínum børnum júst um tað mundið, óhappið hendi, gjørdust ógvuliga skelkað, sum skiljandi er.
Eitt líkfylgi var beint framman undan farið inn í kirkjugarðin, men tey vóru komin heilt niðan til grøvina, og vóru tí ikki í nøkrum vanda.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at rúsdrekka ikki var orsøkin til óhappið.










