Stutt fyri kl hálvgum tólv í kvøld rendi ein bilur á Café Nátúr. Ein maður varð fluttur á Landssjúkrahúsið Tað hoyrdist ein hvøllur brestur á Kongabrúnni í Havn stutt fyri klokkan hálvgum tólv í kvøld. Tað var ein bilur, sum kom koyrandi heim eftir Havnargøtu, sum ikki megnaði svingið niðan í Kopargøtu - gøtan aftan fyri Café Nátúr - men rendi beint á trappuna við inngongdina til Café Nátúr.
Bresturin var harður, og bilurin fekk stóran skaða. Ein maður, sum var í bilinum fekk skaða í beinið og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.