Hóast regni og hitin hevur beint fyri hálkuni og kavanum, ið hevur ligið á vegunum kring landið seinastu dagarnar, so mugu bilførarar enn vísa ans. Tað mátti ein bilførari ásanna, tá viðkomandi koyrdi eftir Funningsvegnum um sjeytíðina í gjárkvøldi.
Bilførarin var nevniliga so mikið óheppin, at viðkomandi koyrdi á ein stein, ið var dottin oman á vegin, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
- Tá kavin og frostið tiðna, so er tað rættiliga vanligt, at grót loysnar og rullar oman á vegirnar. Og tað er fleiri staðni kring landið, at fólk mugu geva tí ans, sigur vakthavandi.
Óhappið hendi stutt norðanfyri Funningsfjørð, og bæði gronin og botnurin á bilinum fingið skaða av samanstoytinum. Bilførarin fekk tó ongan skaða í óhappinum.

Rendi á stein





