Rendi á og rýmdi á pubb

Løgreglan møtti manssterk á Irish Pub seinnapartin og handtók tríggjar av gestunum. Orsøkin var, at ein kvinna um middagsleitið boðaði frá, at hon var vorðin árend í bili sínum undir Heygnum, men at hin bilurin ikki hevði steðgað, men koyrdi víðari. Tó so, partur av kúfangaranum og nummarplátan á bilinum lógu eftir, og tí var einfalt hjá løgregluni at finna fram til eigaran.

 

Seinnapartin var bilurin so sæddur á Skálatrøð og tað vísti seg, at førarin og tveir aðrir mans sótu inni á Irish Pub. Har vóru teir so handtiknir og førdir á løgreglustøðina, har blóðroynd varð tikin av teimum. Umframt at vera ákærdur fyri at hava rent á ein annan bil og vera rýmdur av staðnum, hevur løgreglan illgruna um, at hann hevur koyrt ávirkaður.

 

Hugsandi er, at førarin kanska hevur smakkað sær á, meðan hann var á pubbini, men tað hjálpir honum einki sum verja. Í slíkum málum er ein 6-tímarsregla galdandi, sum sigur, at blóðroyndin, sum verður tikin, er galdandi fyri undanfarnu 6 tímarnar, líkamikið hvat viðkomandi sigur seg hava drukkið eftir at hendingin fór fram.