Klokkan hálvgum fimm týsdagin ringdi ein maður við fartelefon úr báti staddur við Stongina á Nólsoynni til politiið. Har teir vóru staddir, flutu fleiri vrakpetti, fiskakassar, og olja var eisini á sjónum.
Vaknir menn
Maðurin greiddi politinum frá, at teir vóru tríggir mans í báti og høvdu ligið við Hoyvíkshólm. Haðani høvdu teir sæð ein bát við Stongina. Men knappliga var eingin bátur at síggja, og teir avgjørdu so at fara at kanna, hvat var vorðið av bátinum.
Løtu seinni ringir maðurin aftur til politiið og sigur, at teir høvdu tikið ein lívleysan mann upp úr sjónum, høvdu fingið hann í ein annan bát, sum sigldi skjótari, og hesin var á veg inn til Havnar við manninum.
Tað vísti seg, at maðurin hevði rópt neyðarkall yvir Tórshavn Radio, men hevði ikki sagt, hvar hann var. Bæði Vaktar- & Bjargingartænastan gjørdu seg til reiðar at fara út at leita, men skjótt gjørdist greitt, at maðurin hevði verið einsamallur umborð á bátinum.
Einsamallur umborð
Maðurin var ein 49 ára gamal klaksvíkingur, og hann átti bátin sjálvur. Báturin var ein 10-tonsari úr træ.
Hildið verður, at báturin kann hava rent á Norðuri á Boðanum, sum nólsoyingar siga.
Tað var annars klárt í veðrinum tá.
Maðurin var lívleysur, tá hann var tikin upp. Likamshitin var lágur, men tað eydnaðist teimum á Landssjúkrahúsinum at fáa lív aftur í mannin. Støðan var framvegis hættislig, seinast frættist.










