Renault Modus -tryggur og praktiskur

Við fimm stjørnum í EuroNCAP trygdartestunum og ESP, antispinn og seks airbag sum standard, er Renault Modus væl fyri í kappingini í sínum klassa, sum ein rúmligur og praktiskur bilur

Renault hevur sum mál at tryggja øll í bilinum maksimalt, líkamikið um tey sita framman ella aftan í bilinum, ella um tey sita í einum stórum ella lítlum Renault bili.

Modus er tann sjeyndi Renault á rað, sum hevur fingið fimm stjørnur í europeisku EuroNCAP trygdartestunum. Bilurin hevur t.d. antispinn, seks airbag (inkl. gardinairbag).

Modus er faktiskt ein mini-MPV - sum ein Renault Scénic í eini minni útgávu. Í mun til støddina er Modus ein rúmligur og praktiskur bilur. At aksilfrástøðan er stór í mun til støddina á bilinum, gevur gott beinpláss í kabinuni. Eisini er høgt til loftið og útsýnið hjá bilføraranum er gott.

Modus hevur smart design og eyðkendar franskar koyrieginleikar.

Baksetrið kann flytast 17 cm aftur og fram, soleiðis at til ber at velja, um ein vil hava gott pláss við baksetrið ella stórt viðførisrúm, sum kann broytast frá 198 til 274 litrar, alt eftir hvussu baksetrið er stillað

Authentique, Authentique Comfort og Dynamique

Modus fæst við trimum bensinmotorum: 1,2 litur við 75 hk, 1,4 litur við 98 hk, og 1,6 litur við 115 hk, og tveimum 1,5 litur commonrail dieselmotorum við ávikavist 65 og 80 hk.
Hvat útgerð viðvíkur fæst Modus í utgávunum: Authentique, Authentique Comfort og Dynamique
Standard útgerð í Authentique er el-rútar framman, infosentur, TripTic baksetur, el-servostýring, hiti í setrum, radio við CD-spælara og fjarstýring frá róðri, kopphaldara, fjarstýrt sentrallás, goymslurúm í dúrkinum framman. Øskubikar um tað ynskist.
Afturat hesum hevur Authentique Comfort: hæddarstilling av førarasetri, fartpilot, el-rútar við autofunktión, lesilampu framman og el-síðuspegl.
Best útgjørdur er Dynamique við t.d. aircondition við køling av handskarúmi, uttandura hitamátara, el-síðuspeglum við hita, satin-hurðahondtøk, leðurróður og leðurgearknøtt, sólgardinur í síðu og bakrúti.


Myndatekstur:

1.
Renault Modus er ein mini-MPV, har høgt til loftið og útsýnið hjá bilføraranum er gott

2.
Modus hevur smart design og eyðkendar franskar koyrieginleikar

3.
Innan líkist Modus nógv tí størra Renault Scénic við instrumentunum í miðjuni á instrumentborðinum

4.
Sum eykaútgerð fæst Modus við tvídeildari baklúku til at leggja smálutir í viðførisrúmið


Renault Modus 1,2 Authentique

Motorurin1,2 litur 16V bensin 75 hk

0-100 km/t13,5 sek

Bensinnýtsla16,7 km/l

Dekkstødd165/65-15

Stødd og vekt
Longd379,0 cm
Breidd171,0 cm
Hædd159,0 cm
Eginvekt1.125 kg
Viðførisrúm198-274 litrar

Prísurkr. 188.800 (metallakk + kr. 3.500,-)
(introduktiónsprísur) kr. 159.000,-

SøluumboðSp/f VR Bilar
Hoyvíksvegur 61
FO-100 Tórshavn
Tel. 322110