Renault Laguna fer nú at líkjast hinum nýggju Renault bilunum meira. Komandi ár verður bilurin broyttur nakað. Ein av orsøkunum til at Laguna verður broyttur nú er tann sera harða kappingin í hesum klassanum. Fyri at fylgja við mugu modellini verða "upp to date" alla tíðina.
At síggja til verður størsta broytingin framman, har eru t.d. nýggjar forlyktir, kølaragittar og kúfangari. Á tekniska økinum verða eisini broytingar. Teir tríggir 1,9 litur turbodiesel motorarnir fáa allir meira hestakreftir og 2,2 litur dCi motorurin fær 170 hk ístaðin fyri 150. Teir størru motorarnir fáa eisini tey umhvørvisvinarligu sótfiltrini.
Renault Laguna er annars ein sermerktur franskur bilur við tilsvarandi góðum og tryggum koyrieginleikum.
Kelda: FDM / Motor