Renault keypt meira enn triðingin av Nissan

Hóast Renault og Volvo persónbilarnir um okkara leiðir verða seldir av sama søluumboði, er tað Renault og Nissan, ið hava meiri samstarv enn tey flestu geva sær far um. Um nøkur ár koma Renault og Nissan at hava felags plattformar, men á marknaðinum skulu teir kappast ímóti hvørjum øðrum

Bilar

Magnus Gunnarsson

Uppsagnir í Japan

Tá franska Renault bilverksmiðjan í 1999 keypti 37 prosent av japansku Nissan bilverksmiðjuni, settu teir sín mann, Carlos Ghosn, til at stýra japansku Nissan fyritøkuni. Hetta bleiv ein sonn kolvelting á elstu bilverksmiðjuni í Japan, har ikki færri enn 21.000 starvsfólk fingu at vita, at tey máttu finna sær annað arbeiði. Nissan hevði tá í fleiri ár givið stórt undirskot og Carlos Ghosn lovaði, at longu í 2001 skuldi hann venda gongdini til eitt yvirskot. Tey, sum kendu mannin, ivaðust ikki í at hann fór at klára tað, men yvirskotið kom eitt ár fyrr enn tey mest bjartskygdu høvdu væntað.

Felags plattformar

Enn er ikki talan um nakra samanlegging, men um tvær sjálvstøðugar fyritøkur, har Renault stjórnar Nissan. Sum frá líður verður roknað við, at fyritøkurnar verða lagdar saman, tó verða Renault og Nissan tvey sjálvstøðug bilmerkir, sum koma at kappast á sama hátt sum tey gera í dag. Sambært tíðindum sum Carlos Ghosn er komin við til fronsku fjølmiðlarnar, er ætlanin at teir í 2010 skulu hava felags plattformar, so vit kunnu rokna við at Nissan verða gjørdir á Renault verksmiðjum og Renault á Nissan verksmiðjum.

Kelda: Motor Magasinet