Nýggi Kangoo er størri og rúmligari enn forgangarin. Ein familjubilur burturav til fimm ferðandi við liðiligari innrætting og stórum viðførisrúmi, sum er 660 litrar. Ein barnavognur passar inn í viðførisrúmið uttan at skula leggjast saman.
Bilurin er innrættaður soleiðis at baksetrini og høgra forsetur kunnu leggjast niður, soleiðis at viðførisrúmið verður eitt rættiliga stórt vørurúm.
Hesin Kangoo er størri enn forgangarin og er bygdur yvir sama plattform sum Renault Scénic. Koyrieginleikar og komfortur eru sum á fronskum bilum, tá teir eru best.
Kangoo fæst við 1,6 bensinmotori við 105 hk og við 1,5 dieselmotori við 85 hk.
Prísir úr kr. 211.000.