Alonso, Räikkönen og Hamilton hava 22 stig, meðan Massa hevur 17 stig. Tað tykist sum, um hesir fýra eru teir við bestu møguleikum at gera um seg hetta vikuskiftið og ja, hetta kappingarárið. Men tað skal ikki undirmetast, at nógv menning kann vera gjørd eftir, at ein steðgur hevur verið í kappingini í ein heilan mánað. Øll lið hava boðað frá umfatandi aerodynamiskum broytingum á bilum sínum, og júst Barcelona er ein breyt, ið setur stór krøv til aerodynamikkin.
BMW hevur bjóðað teimum báðum oddaliðunum av í teimum trimum fyrstu koyringunum og eigur ikki at verða undirmett. Hóast BMW ikki veruliga gjørdi um seg í seinnu royndarkoyringini í gjár, so vísti liðið góða ferð í fyrru royndarkoyringini.
Vert er eisini at halda eyga við Renault og Red Bull, ið er tvey av liðunum, ið nógv var væntað av áðrenn kappingarárið byrjaði, og sum hava sera dugnaligar sniðgevar, men sum hava klára seg sera illa í ár. Í seinastu viku vóru royndarkoyringar á Circuit de Catalunya, alla vikuna tyktist Ferrari at vera skjótasta liðið, men allar seinasta dagin gjørdi David Coulthard í Red Bull ein vørr, og setti skjótastu tíðina.
Í seinnu royndarkoyringini ígjár, var tað Renault, ið tók øll á bóli, tá teirra bilar koyrdu næst- og triðskjótastu umførini.
Sjónvarpið sendur formil 1 koyringina beinleiðis, sendingin byrjar klokkan 12.25 sunnudagin. TV2 Sport sendur leygardagin royndarkoyringina klokkan 11.30 og tíðarkoyringina klokkan 12.55.










