René venur við teimum bestu

Fótbóltur: 18 ára gamli føroyski bakkurin í Brøndby IF, René S. Joensen, skal framyvir venja nakrar ferðir um vikuna við besta liðnum hjá felagnum. Hesum boðar talentvenjarin, Kim Vilfort, frá á heimasíðu felagsins.
Felagið vil fegið gera lopið frá ungdómsdeild til besta liðið lættari, og í tí sambandi hava teir gjørt av at lata níggju leikarar frá U19-liðnum - upp á skift - venja við besta liðnum. Millum hesar níggju er René S. Joensen, sum áður hevur spælt við HB, og eisini hevur gjørt seg galdandi á fleiri av føroysku ungdómslandsliðunum - seinast á U21-landsliðnum.
- Eg meti hetta vera eitt gott átak, og eg vænti mær nógv av hesum. Persónliga haldi eg, at so skjótt leikararnir hava eitt hóskandi støði, skulu teir snúsa til støðið omanfyri teir. Tað blíva teir bara betri fótbóltsleikarar av. Tá ið teir koma upp og kenna, hvussu tað er at spæla í Superliguni, vil skiftið vera betri, og teir koma at vita hvat ein væntar av teimum bæði til venjing og í dysti, sigur venjarin hjá besta liði felagsins, Auri Skarbalius, við bold.dk.

albinus@sosialurin.fo