Føroyingauppgerð var í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini á leikvøllinum í Sundby á Amager fyrr í dag, har Fremad Amager, sum hevði Heina Vatnsdal og Bárð J. Hansen við frá byrjan tók ímóti Vendsyssel FF, sum hevði eina føroyska málhetju í dag.
Tað var nevnliga René Shaki Joensen, sum tryggjaði Vendsyssel FF eitt stig í dag, tá hann við einum góðum skoti inni í brotsteiginum hjá Fremad Amager plasseraði bóltin snøgt innanfyri høgru stong. Hetta var í 82. minutti. Fremad Amager kom á odda. Rune Friis legði Fremad Amager á odda, tá ein hálvur tími var farin av dystinum.
Talan er um fyrsta stigið hjá Vendsyssel hetta kappingarárið. Fremad Amager hevur heldur ikki vunnið í fýra teimum fyrstu dystunum. Fremad Amager hevur trý stig fyri fýra dystir. Vendsyssel liggur aftast av teimum 12 liðunum við tí eina stiginum, Fremad Amager liggur triðaftast við trimum stigum. Triðja føroyingafelagið, Vejle er nummar sjey við seks stigum.
Komandi sunnudag vitjar Fremad Køge á útivølli. Vendsyssel FF tekur ímóti FC Fredericia. Liðið hjá Viljormi Davidsen, Vejle vitjar Næstved á útivølli.