Føroyski landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, sum spælir fyri íslendska liðið Grindavík, fekk í gjárkvøldið fulla spælitíð, tá Grindavík spældi á útivølli móti oddaliðnum Vali. Úrslitið av dystinum var, at Valur vann ein 2-0 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Eins og teir báðar undanfarnu dystirnar hjá René fyri Grindavík, spældi René Shaki Joensen aftur í gjár á sentrala miðvølllinum. Í stuttari viðmerking sigur René at hann hevði góða kenslu av dystinum í gjár, hóast at teir taptu.
- Eg haldi at tað gekk heilt gott hjá mær, og tað er deiligt enduliga at fáa álit frá einum venjara aftur at spæla fótbólt, sigur René Shaki Joensen.
René Shaki Joensen var í gjár millum teir úttiknu á føroyska landsliðnum, sum í næstum skal dystast ímóti Portugal og Andorra.