Tað verður René Tórgarð, sum stendur millum føroysku stengurnar, tá Føroyar og Italia spæla á Tórsvølli í annaðkvøld. Jákup Mikkelsen er skaddur, og ikki tøkur.
René Tórgarð fekk boðini í gjár.
- René Tórgarð hevur fingið seg royndan í altjóða høpi sum málverji hjá EB/Streymi. Hann spældi millum annað tveir frálíkar dystir í summar í Europe League. Hetta verður ikki ein fullkomiliga ókend uppgáva hjá honum. Einaferð skal verða fyrstu ferð á landsliðnum, segði Brian Kerr, landsliðsvenjari, á tíðindafundi seinnapartin.
Atli Gregersen, sum væntandi fer at spæla í miðverjuni, hevur fult álit á René Tórgarð.
- Hann hevur staðið seg væl í EB/Streymi hetta kappingarár, og hann hevur verið sera væl fyri undir venjingunum seinastu dagarnar. Ein føroyskur landsliðsmálverji skal hava fýra bjargingar í serflokki, um Føroyar skulu fáa nakað sum helst burturúr, og tað ivist eg ikki í, at René Tórgarð fer at hava, sigur Atli Gregersen.
Tað er framvegis ikki greitt, um Jákup Mikkelsen hevur tøkur til landsdystin í Serbia í næstu viku.
Kristian Joensen, sum er málverji á U21-landsliðnum, verður eykamálverji í morgin.