René Shaki Joensen funnið nýtt felag

24 ára gamli miðvallarin, René Shaki Joensen, hevur nú funnið eitt nýtt felag. Tað váttar hann fyri in.fo í dag.

 

Talan er um íslendska felagið Grindavík, sum í løtuni liggur nummar trý í bestu íslendsku deildini. Í fyrsta umfarið er talan um ein sáttmála, ið er galdandi í tríggjar mánaðir.

 

Seinasta felagið, ið René Shaki Joensen umboðaði var Vendsyssel í næstbestu donsku deildini.

 

Grindavík er eitt stig aftanfyri Stjarnan, ið er á øðrum plássi og seks stig aftanfyri Valur, sum liggur á fyrsta plássi, nú kappingin er komin í helvt. Grindavík spælir í kvøld á heimavølli móti Vikingur Reykjavík, sum liggur á áttanda plássi.

 

René Shaki Joensen gerst hervið fjórði føroyingurin, ið fer at spæla í bestu íslendksu deildini. Hinir eru Gunnar Nielsen, ið spælir í FH, umframt Kaj Leo í Bartalsstovu og Jónas Þór Nær, sum báðir spæla í ÍBV.