René Shaki Joensen og liðfelagarnir í Vendsyssel FF eru nýtt oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Hetta gjørdist veruleiki tá Vendsyssel FF á heimavølli í Hjørring vann 1-0 á Skive. Sigursmálið kom longu tá 11 minuttir vóru farnir, og var tað Christian Overby, sum syrgdi fyri tí. René Shaki Joensen spældi allan dystin fyri Vendsyssel FF. Sambært dystarskránni skal Vendsyssel FF spæla oddauppgerð ímóti Nykøbing komandi sunnudag meðan René Shaki Joensen fyrireikar seg saman við føroyska landsliðnum til tann stóra dystin ímóti Portugal á Tórsvølli í Havn.
Heini Vatnsdal var við á liðnum hjá Fremad Amager, meðan Bárður J. Hansen var uttanfyri við skaða, tá Fremad Amager tapti 1-3 á heimavølli ímóti botnliðnum AB, sum var eitt stórt vónbrot fyri heimafólkið. Fremad Amager var annars á sigurskós, tá Olcay Senoglu legði teir á odda, men 13 minuttir seinni javnaði AB, og í seinna hálvleiki gekk reint galið hjá Fremad Amager, sum ímóti dystarenda eisini fekk Morten Rasmussen vístan av vøllinum.
Viljormur Davidsen fekk heiðurin at verða liðskipari hjá Vejle í dag, tá vejlensarnir vitjaðu Hobro. Leingi sá út til, at Viljormur Davidsen fóru at fáa eitt gott stig við sær til Vejle, men stutt undan leikloki skoraði Kasper Povlsen fyri heimaliðið, og teir í Vejle stóðu eftir við ongum.
Tað er sera javnt í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, sum støðan eisini vísir:
# | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Vendsyssel FF | 11 | 6 | 1 | 4 | 19 - 14 | 19 | |
2 | HB Køge | 11 | 4 | 6 | 1 | 12 - 6 | 18 | |
3 | Hobro | 11 | 5 | 3 | 3 | 17 - 13 | 18 | |
4 | Nykøbing FC | 11 | 5 | 3 | 3 | 15 - 13 | 18 | |
5 | FC Helsingør | 11 | 4 | 5 | 2 | 15 - 8 | 17 | |
6 | Skive | 11 | 5 | 2 | 4 | 12 - 18 | 17 | |
7 | FC Roskilde | 11 | 4 | 3 | 4 | 10 - 14 | 15 | |
8 | Fremad Amager | 11 | 3 | 5 | 3 | 15 - 11 | 14 | |
9 | Fredericia | 11 | 4 | 2 | 5 | 12 - 17 | 14 | |
10 | Vejle | 11 | 3 | 4 | 4 | 13 - 11 | 13 | |
11 | Næstved | 11 | 3 | 2 | 6 | 15 - 19 | 11 | |
12 | AB Gladsaxe | 11 | 1 | 2 | 8 | 11 - 22 | 5 |