René og Randi eru bestu málverjarnir

Randi Wardum í KÍ var í 2011 besti málverjin í kvinnukappingini.

At Randi verður kosin besti málverjin er ikki nakað nýtt. Hetta er níggjunda ferðin, at Randi Wardum er kosin besti málverjin.

- Tað er framvegis stuttligt at spæla, og eg elski at tveita meg eftir bóltinum, staðfesti Randi Wardum, sum kom beinleiðis frá hondbóltsdysti og á Hvonn at taka ímóti heiðrinum. Hon sendi samstundis eina tøkk til liðfelagarnar í KÍ.

René Tórgarð tók fyri aðru ferð ímóti heiðrinum sum ársins málverji.

Í ár hevur René Tórgarð fleiri ferðir vart málið á landsliðnum, og hann ásannaði, at hetta ivaleyst hevur havt týdning fyri valið.

- Meg eg sendi eisini eina tøkk til liðfelagarnar. Teir tíggju frammanfyri meg hava verið fantastiskir, og eg haldi sjálvur, at kappingarárið hevur verið gott, segði René Tórgarð, málverjin hjá EB/Streymi.