René legði upp til mál í fyrsta dystinum

René Shaki Joensen fekk persónliga eina góða byrjan fyri Grindavík, sum tapti útidystin á Ólafsfirði

René Shaki Joensen fekk eina góða persónliga byrjan uppá sítt íslendska fótbóltsævintýr.

 

René Shaki Joensen spældi allan dystin fyri Grindavík, sum tapti 1-2 ímóti Víkingi Ólafsfirði á útivølli í kvøld.

 

René Shaki Joensen legði upp til málið, sum Grindavík fekk til 1-1, tá ein tími var farin av dystinum. Sambært Morgunblaðnum var talan um eitt vakurt fríspark, sum René sendi beint á pannuna hjá Andri Rúnari Bjarnasyni, sum beindi bóltin í málið.

 

Men bert seks minuttir seinni var Víkingur Ólafsfjørður aftur á odda, og vann at enda dystin 2-1. Fyrra málið hjá Vìkingi kom longu tá tveir minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Fyri føroyingarnir í ÍBV vóru tað ring tíðindi, at Víkingur Ólafsfjørður vann, tí nú hevur ÍBV trý stig upp til niðurflytingarstrikuna.

 

Komandi mánakvøld tekur Grindavík ímóti Akranesi.

 

Støðan í pepsideildini:

 

1Valur1493226:1230
2Stjarnan1474330:1725
3FH1466223:1624
4KR14   635   23:2021
5Grindavík1463518:2421
6Víkingur Reykjavík1454519:2019
7Breiðablik1453620:2218
8KA Akureyri1445527:2317
9Fjölnir1444617:2016
10Víkingur Ólafsfjørður1451817:2516
11ÍBV1434718:2813
12ÍA Akranes1424820:3110