René: Her fái eg álit

René Shaki Joensen hevur gjørt tvey ára sáttmála við Grindavík

René Shaki Joensen hevur í dag gjørt tvey ára sáttmála við íslandska felagið, Grindavík. Føroyski landsliðsspælarin skifti til Grindavík í summar. Liðið spælir í bestu deildini í Íslandi.

 

Les eisini: René gjørt sáttmála

 

- Tankin við at skriva tvey ár er, at kunna gera tað gott næsta ár og vónandi sleppa víðari til eina hægri deild. Orsøkin er, at nú fái eg fasta spælitíð og fult álit fraá bæði leiðslu og venjara, sum hava stórar vónir til komandi kappingarár, sigur René Shaki Joensen og leggur afturat:

 

Les eisini: René Shaki Joensen greiðir frá tíðini í Grindavík

 

- Eg kenni á mær, at hetta kann vera við til at menna meg sum spælara, við at fáa so nógv álit og verða ein av berandi kreftinum. Eg vil menna meg sum bæði spælara og persón, sigur René Shaki Joensen.

 

Hann leggur afturat, at hann ikki umhugsaði nakrar aðrar møguleikar, tí hann trívist so væl í Grindavík. Hann er úttikin til føroyska landsliðið, sum spælir móti Lettlandi leygardagin, og Ungarn sunnudagin. Rás2 sigur frá báðum dystunum.