René, Heini og Hákun vunnu

Tríggir føroyingar vóru á vølli í sigrum hjá Fremad Amager og Vendsyssel FF í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Bæði føroyingaliðini, sum vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag vunnu.

 

Vendsyssel FF vitjaði AB í Gladsaxe og vann 3-1 aftaná at hava verið á odda 3-0 í steðginum. René Shaki Joensen legði upp til 3-0 málið, og hann fekk 70 minuttir á vøllinum, áðrenn hann var skiftur út. Hákun Edmundsson kom á vøllin fyri Vendsyssel FF, tá 85 minuttir vóru leiktir.

 

Heini Vatnsdal spældi allan dystin á tamb, tá Fremad Amager á útivølli í Næstved vann 1-0. Støðan í steðginum var 0-0. Fríggjakvøldið vann Vejle við Viljormi Davidsen á vøllinum 2-0 á Nykøbing FC. Sostatt gjørdist talan um fulla úrtøku hjá teimum trimum føroyingaliðunum, Vendsyssel FF, Fremad Amager og Vejle.

 

Komandi mikukvøld spælir Vejle á útivølli í Skive. Komandi sunnudag tekur Vendsyssel FF ímóti Skive. Fremad Amager tekur sama dag ímóti AB á leikvøllinum í Sundby á Amager. Sunnudagin vitjar Vejle á útivølli hjá Hobro.

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini :

 

1 HB Køge1012 - 617
2 FC Helsingør1015 - 816
3 Vendsyssel FF1018 - 1416
4 Nykøbing FC913 - 1116
5 Hobro1016 - 1315
6 FC Roskilde109 - 1314
7 Skive911 - 1714
8 Fremad Amager913 - 713
9 Vejle 913 - 913
10 Næstved1014 - 1611
11 Fredericia109 - 1611
12 AB Gladsaxe108 - 212