René í hópinum hjá Brøndby

Føroyski U-21 landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, er við í hópinum hjá Brøndby IF, sum í morgin vitjar AC Horsens.

 

19-ára gamli René skrivaði fyri kortum sáttmála við danska stórfelagið, men enn hevur hann ikki roynt seg á besta liðnum. Ein skaði í hópinum ger, at hann nú fær møguleikan at snúsa til superliga fótbólt. Brøndby liggur í løtuni nummar átta í Superligan’ini, meðan AC Horsens liggur á einum triðja plássi.

 

Mynd: René og Ole Bjur