René Shaki Joensen er við í hópinum hjá Brøndby, sum í dag settur hol á eitt nýtt kappingarár í donsku superliguni við dysti móti OB á Brøndby Stadium.
Um vikuskifið byrjar nýtt kappingarár í bestu donsku deildini. Báðir føroysku leikararnir í bestu deildini, Christian Lamhauge Holst og René Shaki Joensen, eru við í hópinum hjá ávíkavist Silkeborg og Brøndby.
Silkeborg er á vitjan í Esbjerg, meðan Brøndby fær vitjan av OB. Christian Lamhauge Holst hevur verið verið ein lyklaleikari Silkeborg í nøkur ár og er tað aftur í ár. René Shaki Joensen fekk í fjør debut á besta liðnum og hevur í uppstartinum til hetta kappingarárið eisini spælt á besta liðnum hjá Brøndby. Hann byrjar nokk ikki inni í dag, men tað er greitt at hann er nærri fyrstaliðnum nú enn hann hevur verið fyrr.
Dysturin hjá Silkeborg byrjaði klokkan 13.00 føroyska tíð, meðan Brøndby dysturin byrjar klokkan 16.00 føroyska tíð.
*Silkeborg vann 3-2 á Esbjerg og Christian Lamhauge Holst spældi fyrst 78. minuttirnar.