René gjørt tvey ára sáttmála

Framtíðin hjá René Shaki Joensen er nú komin upp á pláss

René Shaki Joensen hevur í dag gjørt tvey ára sáttmála við íslandska felagið, Grindavík. Føroyski landsliðsspælarin skifti til Grindavík í summar. Liðið spælir í bestu deildini í Íslandi.

 

Les eisini: René Shaki Joensen greiðir frá tíðini í Grindavík

 

Føroyski landsliðsspælarin er fegin um skiftið til íslendska Grindavík, tí hann fær álit frá venjaranum og tað mekrir spælitíð.

 

- Eg havi ongantíð spælt fast, tá eg havi spælt uttanlands. Tað geri eg nú og tí umhugsi eg eisini at leingja sáttmálan her. Eg trívist væl og spælararnir tóku væl ímóti mær beinanvegin, segði René Shaki Joensen undan landsdystinum móti Portugal fyri kortum.

 

Nú er greitt, at hann hevur gjørt sáttmála við Grindavík fyri tey komandi tvey árini.