HB vann 5. desembur finaluna um Løgmanssteypið, og harvið greipuna. Tað skuldi verið ein gleðisdagur, men tað hendi nógv annað enn bara sigursdansur á degnum.
Undan dystinum boðaðu Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard og Øssur M. Dalbúð frá, at teir gevast í felagnum. Ein av spælarunum, sum ikki kom í hópin til dystin, var René Shaki Joensen. Hann var í øðini og var ikki staddur millum spælararnar til dystin ella til fagnaðin.
- Eg eri opinbart ikki partur av HB-hópinum meir, so má eg síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða, segði René S. Joensen við bolt.fo eftir finaluna.
Útmeldingin hjá HB var púra greið. René Shaki Joensen hevur sáttmála fyri 2021, og verður ikki seldur til ein kappingarneyta. KÍ hevur spurt seg fyri, men HB hevur ongantíð havt nakra ætlan um at lata René fara. Ósemjan millum Jens Berthel Askou, venjara, og René Shaki Joensen, er fyribils loyst.
Frágongdin hjá HB telur í løtuni Jógvan Rói Davidsen, Mathias Nygaard, Øssur M. Dalbúð, Mikkel Frankoch og Tróndur Jensen. Inn eru komnir Bjarti V. Mørk og Michal Przybylski.