René fekk debut í Superliguni

19 ára gamli René Shaki Joensen fekk í dag sín fyrsta dyst í Superliguni, tá ið felag hansara, Brøndby, var á vitjan hjá AGF í Århus.

 

AGF var á odda 2-0 í hálvleikinum og sjey minuttir inn í seinna hálvleik bleiv René settur á høgra bakk í staðin fyri Daniel Norouzi. Tað gongur illa hjá Brøndby í løtuni og taptu teir dystin heili 5-1. Osama Akharraz vísti stórspæl fyri heimaliðið og við tveimum málum var hann als ikki mjúkur ímóti sínum gomlu liðfeløgum úr Brøndby.

 

Brøndby liggur á 9. plássi og hevur hvørki møguleikan fyri at røkka evropeiskum plássi ella at flyta niður, nú bara tvey umfør eru eftir at leika.