Ársins Sangari 2009 gjørdist 20 ára gamli Brandur Enni, sum seinnu árini hevur ment seg frá at verða ein barnastjørna, til at teljast millum bestu tónleikararnir í Føroyum. Nýggja fløga hansara ?Sometimes Truth Needs A Lie? er nýggjasta dømi um sangskrivara eginleikarnar hjá Brandi. Brandur Enni er føddur á Tvøroyri 15. apríl 1989. Hann gjørdist av fyrstan tíð kendur sum partur av væl umtóktu barnafløgunum við Kulum Rótum. 12 ára gamal útgáv hann í 2002 sína debutfløgu, ?Waiting in the Moonlight?, ið seldi fleiri enn 5.000 eintøk. Síðan 2005 hevur Brandur javnan vitjað í Svøríki, har hann hevur arbeitt saman við lagsmiðunum hjá tónlistaforlagið Air Chrysalis Scandinavia. Samstarvið við Air Chrysalis endaði við, at Brandur varð upptikin á tónleikaskúlan Musikmakarna í Örnsköldsvik í Svøríki. Seinnu árini hevur Brandur lagt seg alt meira eftir at skriva egnar sangir og framføra teir á konsertum og festivalum. Nógv eru tey, ið hava kallað Brand tann mest lovandi unga popptónasmiðjin í føroyskum tónleiki, og soleiðis skuldi tað eisini vísa seg til Planet Awards 2009, tá Brandur gjørdist ársins sangari.
-Eg veit, tað er ein klisje at siga so, men eg hevði als ikki væntað, at vunnið hesa heiðursløn, segði Brandur Enni, tá ið hann fekk heiðurslønina sum Ársins Sangari til Planet Awards.
Tað var eingin annar enn danski poppsangarin René Dif, sum handaði virðislønina.
-Eg havi lurtað nakað eftir føroyskum tónleiki, og eg eri glaður fyri, at Brandur Enni gjørdist vinnarin av hesari virðislønini. Hann hevur uppiborðið tað, segði René Dif frá pallinum.
Brandur Enni hevur fyri stuttum givið út fløguna ?Sometimes Truth Needs a Lie?, og hevur í hesum sambandi nakrar útgávukonsertir runt landið.Tann fyrsta verður í kvøld í Seglloftinum á Tvøroyri.