Dart
Í einmansleiki vóru 14 luttakarar. Alvin Egholm og Remy G. Hansen spældu seg fram í aðra hálvfinaluna. Hetta gjørdist ein sera vælleiktur dystur, sum Remy vann 5-2.
Í hinari hálvfinaluni hittust brøðurnir Poul Poulsen og Jens Petur Poulsen. Jens Petur hevði frammanundan hesi kappingini havt eitt sera vánaligt kappingarár, men leygardagin lá betur fyri. Dysturin gjørdist sera javnar og Poul og Jens Petur fylgdust allan vegin til 4-4. Í avgerðandi settinum fylgdust teir eisini allan vegin niður. Báðir høvdu møguleikan at vinna settið, men endin var at Jens Petur dróð longra stráðið.
Í finaluni fylgdust Jens Petur og Remy til 2-2, men so skifti Remy gear. Hann vann tey næstu 4 settini og sostatt finanluna 6-2.
Fáir í tvímansleiki
Í tvímansleiki var uppmøtingin einki serlig. Einans 9 pør luttóku, men hóst tað var spælt av lívsins kreftum.
Henrik Pedersen/Poul Poulsen spældu seg sum vant í hálvfinaluna. Har vunnu teir 5-0 á Bjarna í Stórustovu/Chris Nielsen. Í hinari hálvfinaluni spældu Petur Grønagarð/Henning móti Jóhan Hansen/Jens Albert Simonsen. Hesin dysturin gjørdist ein rættur gysari. Teir fylgdust til 2-2. Síðan løgdu Petur og Henning seg fram um 4-2, men Jóhan og Jens Albert stríddu seg upp aftur á 4-4.
Í avgerðandi settinum vóru Jóhan og Jens Albert langt á odda, men teir vóru týðuliga merktir av nervum og kláraðu ikki at "lukka" settið. Tá Petur og Henning fingu møguleikan at "lukka" var heldur ikki frítt, at teir høvdu nervar, men eftir at Jóhan og Jens Albert høvdu roynt seg við 15 pílum og Petur og Henning við 10 pílum, eydnaðist Peturi at "lukka" settið og harvið vunnu Petur og Henning dystin 5-4.
Finalan var ikki so góð, men hinvegin sera jøvn. Poul/Henrik og Petur/Henning skiftust um at vinna settini heilt upp til 4-4. Av teimum fyrstu 8 settunum kundu 7 teirra verið farin báðir vegir, so tað var næstan bara ein spuringur um, hvør hevði høvdið kalt, tá settini skuldu "lukkast". Seinastu tvey settini kundu eisini verið farin báðir vegir, men Poul og Henrik vunnu bæði, og teir vunnu sostatt finaluna 6-4.
Allir vinnararnir fingu heiðursmerkir og steyp frá Føroya Banka og vunnu sær samstundis fleiri týdningarmikil stig til styrkilistan.