Remy vann Drangberg Open

Dart: Remy G. Hansen vísti aftur stórform, tá hann um vikuskiftið vann Drangberg Open, sum varð hildin á sandoynni

Um vikuskiftið var skipað fyri Drangberg Open í Sandoynni. Hóast talan ikki var um FM kapping, so var luttøkan stór. Eisini tveir av landsins bestu spælarum, Remy G. Hansen og Bárður Olsen, vóru við.

 

Teimum líkt, so endaðu teir í finaluni, har Remy G. Hansen enn eina ferð vann á Bárði. Remy hevur vunnið tvey tey seinastu umførini í FM kappingini, og vann aftur um vikuskiftið.

 

Í hálvfinaluni vann Remy G. Hansen 6-0 á Regin Enghamar, meðan Bárður Olsen vann 6-1 á Ólavi Ellingsgaard. Jens Albert Simonsen hevði fægst pílar, meðan Jón Johansen hevði hægsta útgang.