Remy er føddur og uppvaksin í Havn, hann er 29 ára gamal, sonur Dagbjørg Hjaltalin og Ingvald á Kamarinum. Hann hevur siglt og havt ymisk fyrifallandi arbeið. Í 1994 flutti hann við familjuni til Danmarkar at búgva. Í 1999 fór hann í læru sum kokkur. Hann hevur verið í starvsvenjing á Kokkeriet í Keypmannahavn, ið var ein restratión og catering, á Radisson SAS Globetrotter Hotel og á Radisson Royal Hotel í Keypmannahavn. Seinastu tíðina var hann á Frederik´s Restaurant, har hann gjørdi seg lidnan við útbúgvingina. Hann arbeiðir í dag sum køksmeistari á Frederik´s Restaurant. Remy sigur, at øll hesi arbeiðsplássini hava givið honum hollar starvsroyndir, og at hann hevur verið sera heppin at sleppa at royna so nógv ymisk arbeiðspláss. Saman við Gunrid Reinert úr Havn eigur Remy fýra børn, tey eru: Tór 10 ár, Eyð 7 ár, Bárður 2 ár og Fríði sum er fimm mánaðar gamal. Familjan hjá Remy er flutt til Føroya, og ætlar hann at koma heim í nærmastu framtíð.










