Remi Johannessen

Byrjaði at spæla trummur tá eg var umleið 16 ár, eri mest sjálvlærdur, havi fingið nakað undirvísing frá Jónleif + Rógvi Á Rógvi + havi gingið á tónleikaháskúla í Danmark (Den Rytmiske Højskole I Vig). Havi spælt við einum bólki síðani eg byrjaði uppá trummur og havi eg eisini verið vid í fleiri aðrir bólkar og projektir. Havi fyri tað mesta spælt heavy-metal, men nú leggi eg ikki í hvørjari genru eg spæli, bara tað er gódur tónleikur, progressivt, trashmetal, pop, funk.