Dómarakríggi í X-Factor heldur fram við fullari styrki. Sambært Remee átti tvey av luttakarunum hjá Blachman als ikki at verið við í X-Factor - Tað er ov tíðliga hjá Lucas og Sidsel at luttaka í X-Factor, sigur Remee, ið sostatt heldur fram við krígnum ímillum dómararnar í kappingini.
- Tískil er tað eisini umráðandi hjá Blacman at virka sum stuðul hjá teimum, soleiðis at tey ikki ávirkast ov nógv av trýstinum.
- Eg hevði eisini tveir 15 ára gamlir luttakarar í farna árið. Men tey vóru meir búgvin enn hesi eru, sigur Remee, ið heldur, at serstakliga Lucas er ov ungur til kappingina.
- Eg hevði ikki givið honum hendan møguleikan. Eg vænti, at eg hevði mett, at tað var ov tíðliga fyri hann.
Thomas Blacmann sigur soleiðis við bt.dk
- Vit skulu gera fløgur, og eg havi sagt við tey, at eg nokk skal hjálpa teimum. Men tað er als ikki tað, ið tað snýr seg um. Tey eru, um ikki annað, byrjaði. Tað skal verða ein veitsla við góðum tónleiki. Tað ber ikki til at fáa tey ungu til at gera hvat sum helst, sum tey ikki brenna fyri, sigur hann.