Teitur Vágadal, Fráfallin kristin
-----
Satt at siga, tími eg ikki at skriva hetta aftursvar, men tá okkurt so skeivt, bæði faktuelt og í mun til Bíbluna, verður sagt, kenni eg meg noyddan at svara.
Fyrst myturnar:
1) At taka tað, sum var fyri 2000 árum síðani er jánkasligt og tápuligt. Prógvar ella mótprógvar einki. Staðfestir bert søguna og púrasta óviðkomandi fyri nútíðina. At onkur einstakur missir matarlystin er so eisini tápuligt.
2) Tað er ikki neyðugt við nakrari kanning at staðfesta at menniskjan er ikki eitt djór. Her hevur RAS ikki eingong gjørt sær ómak at koma við nøkrum beinleiðis kanningum. LGBT vísur til eitt ótal av staðfestingum/kanningum
3) Givið er at nakrir LGBT fyrr, hava kanska frávalt hjúnalagið. Men vit liva altso í nútíðini og tað gloymir RAS. LGBT vil hava javnrættindi. Hjúnabandið hevur altíð verið, og er tað eisini staðfest at hetta hevur kirkjan kopiera og gjørt heilagt. Her hevur LGBT eisini drúgva sakliga greinarøð um hetta. Sum RAS heldur ikki vil viðgerða.
4) Her svarar RAS onkrum, sum LGBT slettis hevur sagt. Ìstaðin skiftir hann fokus og vil at vit skulu taka synd í teimum kristnu, sum forrestin ikki líða nakra neyð. Tey hava síni rættindi, men eru byrjað at grenja um at tey eru fyri ágangi, tá tey faktiskt bara fáa aftursvar til trúarspurningar.
5) LGBT vil ikki hava serrættindi, tey vilja hava javnrættindi. Og so møsnar hann víðari um at kristin eru fyri ágangi, tá fólk faktiskt bara svara teimum kristnu aftur.
6) Her er ikki eingong samsvar við yvirskrift og innihald, men at finnast at altjóða viðurkenda Gallup kanningarhátti, sum Sosialurin, Dimma og aðrir miðlar vildu brúka er djarvt ella tápuligt. “Tað sum tvey ella trý vitna um....”
7) Og her vísur RAS okkum sítt innlit í lógina og kirkjurituali og tess mynduleika. At verða vígdur av presti ella borgarligt kostar stórt sæð einki enn vanligi skatturin, og so hevur ein per automatikk forsyrgjaraskyldu, automatiskan arvarætt o.s.fr. At fara til ein sakførara at fáa øll hasi viðurskiftini í rættlag kostar ein lítlan bóndagarð. Og tey kunnu ikki taka tað frá skattinum, so hvussu tað er javnrættindi, má vera sera fantasifult fatað av RAS.
8) Aftur somu misskiljingar og javnrættindi førd fram sum Mytu 7. Og so møsn um tolsemi. Tolsemi er ikki, at ein samfelagsbólkur sleppur at afturhalda einum øðrum samfelagsbólki at liva við somu rættindum. Mannarætturin hjá teimum kristnu verður ikki brotin. At tey kristnu ikki duga at svara aftur atfinningum móti sær, er teirra trupulleiki, og eisini prógv um teirra misskiljing av øllum hesum málinum.
9) LGBTarar hava ikki melda seg úr samfelaganum. Afturhaldin og tollut sokallað kristin royna at nokta teimum at liva eitt vanligt lív við somu javnrættindum sum øll onnur. Tað er ikki undarligt at RAS heldur tey seg hava tikið úr samfelaganum. Nógv teirra eru rýmd undan tí misskilta dømandi religiøsitetinum í Føroyum. Lukkuvís er hetta vent í holuni, og síggja tey møguleika fyri einum góðum lívið í Føroyum. Tíanverri eru tað nógv dømandi religiøs enn í Føroyum, men tey tollyntu kristnu tykjast til at vinna frama.
Endamýtan:
Ein nøkulunda endurtøku um javnrættindi, sum LGBTarar IKKI hava. Og at tey kristnu verða gingin ov nær í teirri trúgv. Og hvat so? Svara aftur ella ignorera tað! At nokta onkran at liva sítt lív, er so avgjørt ikki kristið!
Myndin, sum LGBT fortelur um Føroyar, má eg tíanverri skuffa RAS við: Hon er sonn. Vit hava tilafturskomin religøs, ið hava misskilt kristniboðskapin og Bíbliuna. Og hesi hava í áratíggju stygt tey samkyndu vekk úr Føroyum. Við hatri og fúlum vemmiligum religiøsiteti. Jesus hataði syndina, men elskaði syndarin. Ein linja sum eg havi hoyrt ótal av ferðum á møtum og í guðstænastum. Tíanverri duga tey religiøsu ikki munin millum syndarin og syndina.
Leikluturin hjá teimum kristnu
Eg havi umtalað RAS og tey, samd við honum, sum religiøs. Hetta, tí at um tey skiltu leiklutin sum kristin, høvdu tey fylgt Jesu fyridømi og víðari fyridømi hjá ápostulunum. Ongastaðni síggja vit at Jesus fanst at heidningum. Hann gjørdi tað einaferð tá ein heidninga kvinna bað um hjálp. Hann samanbar hana við ein hund sum skuldi fáa breyð barnanna. Men hon var vís og hevði trúgv og svaraði aftur at hundarnir (heidningar) ótu molarnir ið duttu av borðinum. Og hon fekk sítt ynski uppfylt, tí at Jesus sá hennara stóru trúgv.
Teir einastu Jesus hevði at var fariserarnir. Og tað var tí at teir vórðu myrkir og kúgandi í sínum sinni. Vildu bert døma fólki og trælbinda tað. Og her er tað at tey religiøsu eru sum fariseranir. Tey halda at kristnitrúgvin skal beinleiðis ráða í Føroyum, at verja tann kristna siðaarvin, hvat so enn tað er. Men Jesus kom ikki at verja lógina. Hann kom til syndararnar, tey sjúka, at veita frælsi frá synd og sjúku. Og á henda hátt fullførdi hann lógina. Hann spilti ikki tíð uppá ríka unglingan sum segði nei til tilboði hjá Jesus. Men brúkti hann sum dømi, um hvussu tyngjandi og oyðileggjandi ríkidømi kann verða. Hann kastaði ikki steinin, sum farieserarnir (tey religøsu) vildu. Hann straffaði hana ikki, men vísti henni náði. Og bað hana ikki synda longur. Og so mátti hon um rest. Hvørt hon fylgdi hansara boðum vita vit ikki. Jesus forðaði ikki syndarum at liva, hann segði hvat var tað rætta lívið og so var tað upp til tann einstaka at liva lívið, rætt ella ikki.
Og hetta er tað kristin skulu gera. Boða gleðiboðskapin, og lata fólk sjálvi avgerða, hvussu tey liva sítt egna lív. Eitt kristið lív er ikki sambæriligt við eitt heiði lív, og tað er ikki uppgávan hjá kristnum at blanda seg í livið hjá heidningum.
Vil enda við hesi áminning til kristin í Føroyum:
1. Jóh 2:6: “Tann, ið sigur seg verða verandi í Honum, er eisini bundin at hava somu atferð sum Hann.”