Hoydalar: - Jú, eg skilji næmingarnar sera væl. Tey eru hørm um støðuna, og tað eri eg eisini.
Mads A. Winther, rektari í Hoydølum hevði ta truplu uppgávuna at skula bera tey syrgiligu boðini um samanleggingina av flokkinum.
Næmingarnir vóru sjálvandi alt annað enn fegnir um støðuna, men frá skúlans síðu hevur ein ? hóast alt! - roynt at funnið fram til ta bestu loysnina.
- Tað er ikki nøkur løtt uppgáva at skula skilja ein slíkan flokk.
-Teir kennast væl, eftir at hava gingið saman í tvey ár. Tey eru von at sita saman í flokki, eins og tey hava verið á námsferð. Jú, tað er ein keðilig støða, sigur rektarin.
Hann hevði tó ikki nógv annað í at velja enn at fylgja boðunum frá Mentamálaráðnum um at spara.
-Tá tað kemur til lógir, so er eingin ivi um at fíggjarlógin er yvir øllum øðrum lógum, sigur hann.
Max. 24 næmingar
Sambært ætlanini hjá skúlanum so verða komandi árið bert tríggir málsligir flokkar, hvør við 24 næmingum í.
Sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og yrkisfelagið hjá studentaskúlalærarunum er hetta hægsta markið fyri næmingum í einum flokki. Hinvegin so eru stovurnar heldur ikki gjørdar til stórt meiri enn tað.
Men sparingar og pedagogikkur fylgjast ikki altíð, og tí er tað aldrin ein góð loysn at koyra ein flokk sundur í smærri.
-Men eg skal jú forvalta pengarnar hjá tí almenna, og havi tí ikki so nógv annað í at velja enn at finna loysnirnar her, sigur rektarin í Hoydølum.
Hent áður
Mads A. Winther leggur tó dent á, at hetta ikki er fyrstu ferð at teir leggja flokkar saman.
Bæði áðrenn hann gjørdist rektari og eisini síðani, hava teir verið noyddir at gera tað saman. Og í summar fer eisini tað sama at henda í t.d. skúlanum í Vági.
Hinvegin so hava næmingarnir rættiliga nógvar felags lærugreinar í 2. flokki, meðan teir, tað seinasta árið hava nógv fleiri vallærugreinar ? umleið eina helvt av samlaða tímatalinum.
-Tí fer samanlegginin ikki sum so at gera so stóran skaða pedagogiskt.
myndir
-Skúlatíðin er oyiløgd, siga næmingarnir í 2. A í Hoydølum, nú flokkur teirra verða splittaður komandi skúlaár
-Mynd: Jens Kr. Vang
-Tá tað kemur til lógir, so er fíggjarlógin yvir øllum øðrum lógum, sigur raktarin í Hoydølum, Mads A. Winther
-Mynd: Jens Kr. Vang
-
-