Rektarin: Ábreiðsla tikin til eftirtektar

Ávaringin er ógildað. Ta avleiðingina hevur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya tikið, eftir at Mentamálaráðið kolldømdi álvarsligu ávaringina, sum setursráðið gav Jógvani Mørkøre, adjunkti, tí hann úttalaði seg kritiskt um sonevndu Menas-frágreiðingina

? Vit hava tikið niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum til eftirtektar og hava gjørt, sum vit eru biðin um, sigur Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Sostatt er álvarsliga ávaringin, sum samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre fekk fyri at úttala seg um viðurskifti á Fróðskaparsetrinum, ógildað.
Sum Sosialurin skrivaði í gjár, so er Mentamálaráðið komið til ta niðurstøðu, at ein ávaring, sum Jógvan Mørkøre, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, fekk frá setursráðnum hin 22. februar í fjør, varð givin á skeivum grundarlagi.
Jógvan Mørkøre tók blaðið frá munninum í sambandi við sokallaðu Menas-frágreiðingina, sum varð reist sum fyrispurningur í Løgtinginum. Kanningin skuldi útgreina avleiðingarnar av einari føroyskari oljuvinnu og var fíggjað av BP. Jógvan Mørkøre fanst at tilgongdini til verkætlanina og helt ikki, at tað sømdi Fróðskaparsetrinum at leggja navn til frágreiðingina, sum spurdist burturúr.
Orðini tók setursráðið so illa upp, at Jógvan Mørkøre fekk eina ávaring og varð biðin um ikki at úttala seg meira í málinum. Tað fær Mentamálaráðið at siga í sínari niðurstøðu, sum er fráboðað 5. mai 2003, at hansara framsøgufrælsið er skert í óneyðugan mun í málinum. Harafturat vóru fleiri málsviðgerðarfeilir framdir, tá hann fekk ávaringina, og tí varð hon ógildað.
Malan Marnersdóttir, rektari, sum var burturstadd, tá Sosialurin fekk orðið á hana, sigur seg ikki hava pappírini framman fyri sær, men hon heldur ikki, at skerda talufrælsið er høvuðsboðskapurin í niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum.
? Í høvuðsheitum hava vit fingið at vita, at mannagongdin ikki var røtt í málinum, og tí hava vit fingið eina átalu, og hana hava vit tikið til eftirtektar, sigur Malan Marnersdóttir.
Spurd, um tað fær nakrar avleiðingar, at framferðin hjá rektara og setursráði ikki varð røtt, tá ávaringin fall, sigur hon:
? Fróðskaparsetrið leggur seg altíð eftir at fylgja galdandi mannagongdum, men kortini hendir tað, at tað gleppur, og tað hava vit so rættað, sigur Malan Marnersdóttir.
Sambært rektaranum er sjógvurin slættaður. Samstarvið við Mentamálaráðið er gott, sigur hon, og tað sama er galdandi innanhýsis á Setrinum.