Rektaraskifti á Miðnám í Suðuroy

Rósa tekur við eftir Guðrið.

Á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni fór rektaraskifti fram í dag.

 

Guðrið Johansen sigur farvæl, og í hennara stað kemur Rósa Heinesen.

 

Soleiðis skrivar Miðnám í Suðuroy á sínum vanga á facebook í dag:

 

Hendan vikan hevur verið hendingarrík og turbulent fyri okkum øll á Miðnám í Suðuroy.

 

Í dag hava vit boðið Rósu Heinesen vælkomna sum okkara nýggja rektara, samstundis hava vit við sorgblídni sagt farvæl við Guðrið Johansen, sum tey seinastu 5 árini hevur røkt rektarastarvið á Miðnám í Suðuroy. Vit hava havt eina fráfaringarløtu og vilja fegin takka henni fyri tíðina, ið hon hevur verið hjá okkum. Sum tøkk fyri tíðina, hevur Guðrið fingið gávu frá starvsfólkum og næmingum á skúlanum, m.a. hendan vakra málningin, ið okkara dugnaligi næmingur, Ýr Ákádóttir, hevur málað. Vit ynskja Guðrið blíðan byr í nýggja starvinum og bestu eydnu í framtíðini.

 

Á vanganum á facebook hjá Miðnám í Suðuroy eru fleiri myndir at síggja.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Tveir undanfarnir rektarir, Ole og Guðrið, og nýggi rektarin, Rósa